Frelsari, vit tøkk tær siga

Philip Paul BlissVictor Danielsen
Orð: John Bakewell
Lag 1: Philip Paul Bliss
Lag 2: Rowland Huw Prichard
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Hail, thou once-despised Jesus (Hil dig, du vor kære Frelser)

1. Frelsari, vit tøkk tær siga,
lov og prís tær bera her!
Fyri okkum doyði, leið tú,
sálir várar løn tín er;
lov tær veri, at tú toldi
krossins kvøl og skomm og stríð!
Bløðandi Guds Lamb, vit takka
tær, sum frelst vit standa í!

2. Páskalamb, á krossi dripið,
øll vár synd varð løgd á teg!
Fyri okkum vart tú givin,
legði frían frelsuveg;
allir fangar loystir vórðu,
tá tú bart ta kvøl og neyð,
latið upp er himmalportrið,
frið í hjarta várt tú beyð.

3. Alt, sum veikt vit kunnu bera
tær av tøkk, tú verdur ert
fyri krossins mikla sigur;
vit tær bera lovsong bert,
inntil við tí sæla flokki
betur vit tær prísa har,
tá vit sameint syngja skulu:
Tøkk, Guds Sonur, veri tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin