Frelsarin kallar á hjarta títt nú

Orð og lag: Wilbur E. Nelson
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: What is your answer today?

1. Frelsarin kallar á hjarta títt nú,
hvat verður svar títt í dag?
Frið vil hann geva, hjá tær taka bú,
lat hann ei fara avstað.

Niðurlag: Jesus teg kallar, hvat er títt svar?
Tak móti honum, koyr hann ei frá tær,
rødd hans, hon ljóðar,
frið sín tær bjóðar,
hvat verður svar títt í dag?

2. Kanska tú stendur við ævinnar dyr,
hvat verður svar títt í dag?
„Avnoktar tú meg enn?“ Jesus teg spyr?
Deyðan hann leið í tín stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin