Frelsarin, vár Harri Jesus

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: Herren Jesus Frelsermannen

1. Frelsarin, vár Harri Jesus,
allar ævir livir Hann,
tí úr grøv Hann er uppstaðin,
Hann á Deyðans valdi vann.

Niðurlag: Jesus er Harri, halleluja,
stríðið Hann vann á Golgata.
Skuld mín negld varð har á krossin,
Alt er fullgjørt!, rópti Hann.

2. Tyst og svong Hann støðugt mettar,
Hann hin deyða vekja kann.
Syndanívdum frælsi gevur,
ok og leinkir brýtur Hann.

3. Sál, sum sárt ert nívd av plágum,
onga loysn og útveg sær’,
far til Jesus, Hann teg loysir,
allar tínar plágur bar.

FavoriteLoadingGoym tekstin