Fremjið ring eftir gólvi fram

Orð: Jákup Dahl
Lag: Kvæðalag (Fuglin í fjøruni)

1. Fremjið ring eftir gólvi fram,
takið upp nýggjan tátt!
Enn er mergjað av norðankraft,
tit fallið ei í fátt!

Væl fellur ríman.
Dansum fró og glað.
Aftur sól í eystri rísur,
boðar nýggjan dag.
Væl fellur ríman.

2. Enn eru Føroyar føroyingabú,
enn lívir gamalt grót;
enn ljóðar treyst sum nakrantíð fyrr
málið av fornari rót.

3. Føroya mál so blítt og mjúkt
sum alduspæl um tangar,
Føroya mál so strítt og stint
sum vetrarbrim um drangar.

4. Slapp tað ei inn um kirkjugátt,
kom tað ei fram á tingi,
hevur tað bæði av egnum og øðrum
so mangan snertin fingið,

5. so var tað tó ikki undirgrýtt,
tað merkja dømi góð;
tað átti tann mátt í tær og mær,
at orna tók hjartablóð.

6. Tí enn man ljóða Føroya mál
mangar góðar løtur;
seigar verða upp at slíta
hesar gomlu røtur!

FavoriteLoadingGoym tekstin