So fremmand tey mær tyktust

Orð: Salathial Cleaver Kirk
Lag: Emily D. Wilson
Týtt: Victor Danielsen

1. So fremmand tey mær tyktust,
tey søtu gleðiboð,
tá fyrst tey til mín komu,
eg spurdi: Er tað so?
Eg kendi, henda søga
mítt hjarta gjørdi lætt,
um Jesu deyð og uppreisn;
men var tað, var tað satt?

Niðurlag:
Eg elskaði at hoyra
og lesa alt um hann,
sum doyði her á krossi,
men grøv og deyða vann.

2. Og tá ið eg av nýggjum
so mangan hoyrdi tað
um, hvussu Jesus fylgist
við sínum enn í dag,
og hoyrir teirra bønir
og gevur teimum frið,
tá suffaði mítt hjarta:
Áh, kendi eg hann við!

3. Tann rødd, ið sál mín hoyrdi,
hvør eym, hvør søt hon var:
Tú troytti, hjartabrotni,
kom, halla tær at mær!
Og allar hjartans hurðar,
vítt upp tær lótu seg:
Kom inn, tú lívsins Harri,
og lat meg kenna teg!

4. Og fulla vissu gav mær
hin Andans sterka rødd,
sum talar so um Jesus,
at frið fær sálin mødd.
Nú er hin gamla søga,
sum eitt sinn fremmand var,
ein vitnað, grundføst sannan
við Anda Guds í mær.

Niðurlag:
Áh, Frelsari og Harri,
hitt orð, hitt orð um teg
av vónloysi og deyða
til lívið reisti meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin