Fremmandur eg eri her

Orð: Thomas Rawson Taylor
Lag: W.E.M. Hackelman
Týtt: Ókendur
Upprunaheiti: Heaven is my home

1. Fremmandur eg eri her,
Dýrdin er mítt heim,
oyðin, myrk er henda verð,
Dýrdin er mítt heim.
sorg og vandi, tey á rað
støðast um meg dag um dag,
men mín sál tó syngur glað,
Dýrdin er mítt heim.

2. Lat so stormin leika í,
Dýrdin er mítt heim.
Stutt er henda ferðartíð,
Dýrdin er mítt heim.
Skjótt er stormsins ódnarbrá
farið um meg, og eg tá
sælu Himmalsins ska ná,
Dýrdin er mítt heim.

3. Har við Harrans særdu lið
– Dýrdin er mítt heim –
veitir hann mær sælan frið –
Dýrdin er mítt heim.
Aftur skal eg finna har
tey, sum fóru undan mær,
og sum vóru mær so kær,
Dýrdin er mítt heim.

4. Klagu ei mítt hjarta ber,
Dýrdin er mítt heim,
hvussu enn mín lívsleið er,
Dýrdin er mítt heim.
Ein dag skal eg loystur stá
kæra Harra mínum hjá.
Áh, mær leingist heim at ná,
Dýrdin er mítt heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin