Fremmandur eri í heiminum eg

Orð: C.W. Ainsworth
Lag: Thomas H. Bayly
Týtt: Victor Danielsen

1. Fremmandur eri í heiminum eg,
her er ei hvíld, er ei hvíld;
eg sum ein gestur her gangi mín veg,
tó er her hvíld, er her hvíld;
frið eg í trúnni á Jesus jú fekk,
hann fyri meg jú á krossinum hekk,
lív hann mær gav og tók syndina vekk,
nú er her hvíld, er her hvíld.

2. Her eru vandar og sorgir og neyð,
her er ei hvíld, er ei hvíld;
her eru fíggindar, Satan og deyð,
tó er her hvíld, er her hvíld;
verðin kann háða og hata mítt navn,
stríð kann mær møta, men Gud er mín havn;
Jesus meg tók í sín trúfasta favn,
hann er mín hvíld, er mín hvíld.

3. Her er bert ófriður ár eftir ár,
her er ei hvíld, er ei hvíld;
her er ei heimið, har grødd verða sár,
tó er her hvíld, er her hvíld;
mangan er leiðin so torfør og trong,
sorgirnar nógvar og tíðin so long;
skjótt tó í Himli eg syngi mín song,
har, har er hvíld, har er hvíld.

FavoriteLoadingGoym tekstin