Frezzasangurin

Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Inni millum gras og hvonn
lúrir Ozzgar Tøkutonn,
músaveiðimaðurin sjálvur,
stórur sum ein hálvur kálvur.
Zlurp, zmazk, zmizk og zmovz,
gev mær mýs og brúna zovz.

Tá hann sníkir seg um bø,
skelva bæði hús og trø,
hesin feiti músakattur,
heldur sjálvur hann er lættur.
Ztuna, ztynja, ven og tiv,
gev mær nøkur múzariv.

FavoriteLoadingGoym tekstin