Frí náði! Áh, hitt dýra ljóð!

Orð: John Newton
Lag: John Foster
Týtt: Victor Danielsen

1. Frí náði! Áh, hitt dýra ljóð!
Ja, náði frelsti meg!
Fortaptur var eg, funnin nú,
Guds frið nú eigi eg.

2. Tað náðin var, sum vakti meg,
og hon, sum frið gav mær;
sum stjørna hon av myrkri steig,
tá kraftin burtur var.

3. Ígjøgnum vanda, sorg og stríð
hon bar meg higartil;
hin náði, sum meg uppi bar,
hon heim meg leiða vil.

4. Og svíkur hold og hjarta mítt,
og endar lívið her,
hin Harri, sum meg hevur frelst,
í náði heim meg ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin