Frið, fullan frið við teg, áh, Gud

Victor Danielsen
Orð: Catesby Paget
Lag: William Henry Havergal
Týtt: Victor Danielsen

1. Frið, fullan frið við teg, áh, Gud,
hvør sæla er ei tað!
Eg, sum var fyrr ein fíggindi,
eg eri barn í dag,

2. Í míni gerð og av natúr
so langt frá tær eg stóð,
men nú av náði eri nær
ígjøgnum Kristi blóð.

3. Tað blóð, tað tók meg nær til tín,
ei nærri hugsast kann;
í Soni tínum eri eg
og líka nær sum hann.

4. Ófatandi er fyri mær,
áh, Gud, tín kærleiki!
So kærur, Sonur tín tær er,
so kærur eri eg.

5. Skal eg so syrgja, tá ið hann,
ið hevur stríð mítt strítt,
nú nátt og dag mín hirði er
og sigur: Alt er títt!

FavoriteLoadingGoym tekstin