Frið sum troyst í sakni her

Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
Orð: Nikolaj Frederik Severin Grundtvig
Týtt: Johannes Andreas Næs

Frið sum troyst í sakni her
Guð við Kristi okkum ber,
frið hann oss við blóði vann,
frið vit eiga eftir hann;
kristindómsins mál og mið
er at boða Kristi frið.

Friðarheilsan kirkjan ber
fyrst og síðst í hesi verð;
frið hon beyð mær dópsins dag,
býður frið við deyðans vað:
Friður Guðs tær veri við!
Eig um ævir Harrans frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin