Friðleysur burtur frá Guði eg gekk

Orð og lag: Elsa Eklund
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Friðleysur burtur frá Guði eg gekk,
reikaði um uttan mál,
til eina heilsu frá Guð’ eg fekk:
Kom, á, tú syndtyngda sál.

Niðurlag: Nú er mín synd útstrikað, sálin er frí og glað;
í mínum hjarta tónar frelsunnar tónalag!
Á, hvør ein fragd, at vera loystur frá synd og trá,
og gjøgnum Jesus eiga atgongd til Lívsins Á!

2. Tá sundurbrotin við krossin eg lá,
trongdur av ófrið og stríð,
tá kendi eg Frelsarans loysandi rødd,
stríðið varð umbroytt til frið!

FavoriteLoadingGoym tekstin