Friður á fold

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 21.-22. desember 2008.

Friður á fold.
Jesus, Guds sonur, nú vorðin er hold.
Føddur av kvinnu í fátækum fjósi,
hann, sum er sannleikin, lívið og ljósið,
einasti leiðvísi lítast kann á,
tá ið vit her fara foldini frá.

Gleði og gleim!
boðskapur Kristusar ber í mangt heim.
Burtur fer óttin, og sorgin kann lætta,
tá vára hjørtu um frelsuna frætta,
tí vit í trúnni ta trygdina fá,
at hann um ævir vil vera oss hjá.

Frælsi og frið!
finnur hvør trælur við Frelsarans lið.
Fjøtur hann fríar, og friðin hann veitir
einum og hvørjum, í trúgv á hann heitir.
Aldri hann svíkja kann kvinnu og mann,
sum her á fold vildu líta á hann.

Heima ein dag!
millum Guds einglar í Himlinum glað.
Sæl vit har savnast við teim, vit her mistu,
og sum so sorgtung vit løgdu í kistu.
Heima um ævir, har sorgin er av.
Framd tá er frelsan, ið Gud okkum gav.

FavoriteLoadingGoym tekstin