Friður stilt sum flóðin flýtur

Orð: Manie Payne Ferguson
Lag: William S. Marshall
Týtt: Victor Danielsen

1. Friður stilt sum flóðin flýtur,
har sum Andin fellur á;
myrka fangahús hann brýtur,
býr tí boygda hjarta hjá.

Niðurlag: Friður signaði,
friður heilagi,
djúpa trygd í sál og sinn!
Tagna stormarnir,
leggjast sjógvarnir,
har sum Andin kemur inn.

2. Hesin søti himmalgestur
heilsu, lív og gleði ber;
trúarveikur stígur treystur,
stúran, órógv burtur fer.

3. Eins og regn av lofti kemur,
eins og sólskin himli frá,
so Guds Andi gróður fremur,
har hann fellur hjørtu á.

4. Hygg, so búnast Harrans akur,
sálin troytta syngur glað,
lívsins streymur, mildur, vakur,
flýtur á tí oydna stað!

5. Áh, hin frelsa dýra, sæla,
hvørja stund hans ásjón sjá,
altíð prís hans kunna tala,
altíð dvølja honum hjá!

FavoriteLoadingGoym tekstin