Fríkeypt frá lóg nú, frelsa er funnin

Orð og lag: Philip P. Bliss
Týtt: Victor Danielsen

1. Fríkeypt frá lóg nú, frelsa er funnin,
Jesus er deyður, sigur er vunnin!
Dømd vóru vit, og bjarging ei var,
frelsu vit eina funnu har.

Niðurlag:
Við Jesu deyð, áh, sál, tak ímót tí,
við Jesu deyð, áh, syndari, trúgv tí!
Jesus galt skuld og straffina bar,
greitt varð tað alt og fullgjørt har.

2. Syndin ei ræðir, hóttir ei longur,
dómur ei yvir sálini hongur;
komið til mín! so segði jú hann,
eg til hann fór, og frið eg fann.

3. Hugsa, hvør stórt, Guds barn seg at kalla,
vísur, ei undir dómin at falla!
Kom tí, áh, sál, í dag, ja, kom nú!
Atgongd av náði eigur tú.

FavoriteLoadingGoym tekstin