Fritiof og Carmencita

Orð og lag: Evert Taube
Týtt: Hermann Jacobsen

Samborombon, ein lítil bygd í Estalata
hon liggur ikki langt frá Rio de la Plata
næstan við kantin við hin bláa Atlantin
Vestan fyri har pampas, nakrar grønar hundrað míl,
har kom eg ríðandi eitt kvøldið í apríl,
eg hevði hug at dansa ein tango.

Gittar, fiól og mandolin
ljómaðu úr krókunum – í salin eg trein inn.
Har á bonkinum so pyntað og bar rósu við barm
sat hin so tølandi vakra Carmencita.
Mamman, vertinnan, stóð so svinn,
hon tók mín pistól og beyð mær kurteisliga inn.
Eg beyð upp og Carmencita segði:
– Si gracias señor,
latum okkum dansa ein tango!

– Carmencita lítla mín,
tú ert vøkur og so fín.
Kom, lat meg tosa við tey gomlu hjá tær,
tí eg vil nú gifta meg við tær, Carmencita!
– Nei, Don Fritiof Andersson,
kom tú ei til Samborombon,
um tú hevur aðrar størri ætlanir við mær,
enn at dansa tango.

– Hoyr, Carmencita, ikki gera teg so svinna,
eg ætli mær at opna ein handil og at vinna,
skikka mær væl og ikki nerta eitt spæl,
ikki drekka, men spara og bara elska teg.
Hoyr, Carmencita, sig at tú ert góð við meg,
latum okkum dansa ein tango.

– Nei, Fritiof, halt teg til musikk,
dans og spæl og sang og skriva vakrasta lyrikk,
og so annars segði pápi mín í gjár, at hann visti
hvør skjótt fór at biðja um hansar dóttur.
Ein ið eigur tjúgutúsund neyt
og ein stóran garð og pengar honum ikki treyt,
fleiri virðisløntar tarvar,
oksar, grísar, lomb og ær,
og hann dugir væl at dansa tango.

-Carmencita, bíða enn,
lít tú ei á ríkar menn!
Tí eydnan hon finst ei í tarvum ella oksum
og kann heldur ikki keypast fyri pengar.
Men mí´n kærleika tú vann,
hann teg ríka gera kann.
Og tá gift vit verða, fittar ungar fært tú tá,
sum allir dansa tango.

FavoriteLoadingGoym tekstin