Frívilligur til krossins deyð

Orð: Oluffa Bærentsen
Lag: James Walch, James S. Anderson

1. Frívilligur til krossins deyð
tú, Jesus Kristus, gekk,
av kærleika til slík sum meg
tú negldur fastur hekk.

2. Úr høvdi tínum pressað út
tað var, títt dýra blóð,
úr hondum, fótum, hjarta við,
tá vreiði Guds teg sló.

3. Við blóði tínum strikað út
mítt skuldarbræv er nú,
Guds Sonur, náðaður í tær,
mín gleði øll ert tú!

4. Áh, undurfulli Frelsari!
Tín kærleik sál mín sær,
mítt hægsta ynski her á fold,
tað er at prísa tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin