Fró og glað vit teg tilbiðja

Henry van DykeLudvig van BeethovenMeta av Fløtum
Orð: Henry van Dyke
Lag: Ludvig van Beethoven
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: Joyful, joyful, we adore thee
Viðmerking: Upprunaliga yrktur í 1907.

1. Fró og glað vit teg tilbiðja,
Dýrdarharri, Kærleiksgud,
og av hjarta tøkk tær siga,
frelsan okkum fall í lut.
Okkum hjálp úr synd og sorgum,
ivans skugga rek avstað;
tú, sum býrt í himmalborgum,
myrkrið vend til bjartan dag.

2. Tíni handaverk tær prísa,
jørð og himmal lova Tær,
stjørnur, einglar heiður vísa,
tú tilbiðjan teirra fær.
Hagi, dalur, fjall og skógur,
blómuong og víða hav,
keldufar og fuglur fróur
gleðast um tað lív, tú gav.

3. Frítt tú gevur, fyrigevur,
okkum signar, okkum ber,
sælu sálin frá tær hevur,
hvíld, ið aldri burtur fer.
Tú vár Faðir, Bróðir, Harri,
øll vit eru eitt í tær,
drag tú okkum til tín nærri,
tá ei gleðin enda fær.

4. Kom hvør sál, lat lovsong ljóða,
ið frá byrjan sungin varð;
kærleiksband lat saman sjóða
brøður, systrar víða hvar.
Syngjandi vit framá halda,
sigrandi, um hart er stríð;
gleðisongurin skal valda,
tá ið liðin er vár tíð.