Frøi er í himli høga

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi

Frøi er í himli høga!
Lovsong við so føgrum lag
allar einglarøddir kvøða:
«Jesus kemur heim í dag!
Endað er hans útiferð,
fullførd er hans megnargerð.
Heim hann kemur til sín faðir!
Hátt lovprísið honum glaðir!

Opnið allar himlagrindir!
Jesus fagran sigur vann,
særdur fyri heimsins syndir
heiðurskrýndur kemur hann!
Syrgdu vit um Golgata,
syngjum nú halleluja!
Síggj hann nú við halgum skara
út á Oljufjallið fara!»

Signandi hann hendur breiðir,
so gerst skilnarstundin blíð.
Vinaflokkur hann eygleiðir,
inntil yvir bjørtum ský
hann ei longur var at sjá;
sælir hans apostlar tá
til Jerúsalems heim vendu,
vænta Halga Andans sendu.

Sigurskrýndur fram hann trínur
til síns faðirs kongastól,
ljómin um hans andlit skínur
bjartari enn summarsól.
Hoyr nú hátt við hørpuslátt:
«Heiður veri himladrott’!»
Í sítt hásæti hann stígur,
allur einglaskarin nígur.

Syng so hvør ein mannatunga!
Gleð teg so, hvør kristin tjóð!
Latum upp móti himni runga
lov og tøkk og heiðursljóð.
Fjónaður á foldum gekk,
hægstu dýrd í himli fekk
hann, sum frelsu bar til manna;
prísið honum! Hosianna!

Skýggj, sum her mær sýnið forðar,
fjalir ei meg fyri tær,
gjøgnum bjørg og bláar skorar
fullvæl eyga títt meg sær;
gerst mær verðin trong og vánd,
rættir tú mær hjálparhond;
og til síðst tú vilt mær hýsa.
Hátt skal hjarta mítt tær prísa!

FavoriteLoadingGoym tekstin