Frukt og grønt og gott

Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen og Finn Johannesen

Et frukt og grønt og gott
So er alt so flott
Sálin er glaðari og tú verður frægari

Appelsin er súr
Súrepli er hart
Bananin hon er boygd
Ananas óslætt
Mandarin er bleyt
Og tað er eisini greyp
Kivi hon er mjúk
Og gott fyri tín búk

Ja, frukt og grønt
er gott fyri tín kropp
Vitaminir fært tú her
og dagin bjartan ger
So et frukt og grønt
Einki meira møsn
Dagin bjartan ger
So et frukt og grønt

Brokkoli er tað
ið líkist einum træ
Kálið sum eitt blað
og grønertin er glað
Gularót ei gul
piparfruktin kul
agurk og salat
og ein reyð tomat

FavoriteLoadingGoym tekstin