Fuglar flestallir teir fóru avstað

Orð: Jákup Dahl
Lag 1: Gunnar Mikkelsen
Lag 2: Regin Dahl

1. Fuglar flestallir teir fóru avstað,
so hvørt sum teir kendu vetrarins lag;
men tú vart her við frið, vildi ongan veg fara,
tí takki eg tær, lítla, trúfasta stara!

2. Tú víst manst her hava so lítið gott,
her kalt er og vindsamt og ilsligt og vátt,
meðan myrk og long liggur náttin um landið,
og ódnirnar leika, og mikil er vandi.

3. Tó tolin tú balast á degi og nátt,
tú missir ei vón og ei fellur í fátt;
og lættir í ælið og lýsir av degi,
tá fróur tú ert og tú syngur av gleði.

4. So mangan tú væl hevur uggað meg,
tá ið eg var troyttur av tungum veg,
og eg sá teg glaðan á mønuni sita
ella ídnan í flokki á bønum tita.

5. Lær meg at tola og bíða sum tú,
at starvast og stríðast í vón og í trú,
at lætta av trega og syngja av gleði,
tá tað lættir í ælið og lýsir av degi!

FavoriteLoadingGoym tekstin