Fuglurin lítli

Orð: Øyvind Staveland og Ingvar Hovland
Lag: Øyvind Staveland
Týtt: Edvin H. Niclasen

Í støknum sevi sælan fæst
Í hvørjum ferli lívið sæst
Hvørt ljóð ið flytifuglur ger
Sum sigur at alt burtur fer

Og ljómurin ger alt til moð
Í leyvi og málmi so
At gloymast skal hvørt náttarsor
So eru lógarinnar kor

Men um eg síggi fuglin lítla
Flúgva lágt við gyltum veingjum
Tá rætti eg út mínar hendur

Kanska tú vil syngja song
Um himin og fjarskotin lond
Um trongar gøtur – ókend støð
Um trygga havn og hellusvøð

Og leiðir vindurin teg við
Tá sinnið hevur fingið frið
Uggar teg og fer í havn
Til tíni kæru – hvørt eitt navn

FavoriteLoadingGoym tekstin