Fullfíggjað frælsi á jørð

Orð: M.S. Viðstein
Lag: Kom kúgaðu kring allan heimin

1. Um heimin nú so víða gellir
eitt frælsisljóð og gleðiboð:
Hitt svarta afturhaldið fellur,
ella verður rikið á flog!
Tað ljóðar hvølt um okkar’ oyrur.
Tit reisist og fylkist í bólk.
Tann fjøld, sum fegnast ljóðið hoyrir,
er heimsins niðurboygda fólk.

:,: Yvir heygar og dalar,
yvir fjøll, yvir fjørð
ljóðar boðskapur, ið talar
um fult frælsi her á jørð. :,:

2. Vit, sum fyrr altíð gingu aftast,
vit vilja sjálvir ganga fremst.
Vit skilja, og vit fata lættast,
hvussu okkum á mál best kemst.
Tí aldri sovandi maður
nakrantíð sigur vann,
og hann, ið letist líka glaður,
til betri kor ei koma kann.

3. Og trælatíðin nú er lokin,
og leinkjur eru brotnaðar,
og veldisharratíðin fokin,
og koyrlar teirra rotnaðir.
Tó er ikki síðsti dystur runnin,
nógv er eftir at herja á,
og fullur sigur er ei vunnin,
fyrr enn vit skipa stjórnarráð.

4. So føgur skyggir sól í líðir,
hon fargar hav og gyllir fjøll,
hon boðar: Sigra skal umsíðir
hin breiða mannafjøldin øll,
tá skal reyða frælsissólin branda
á tindum og gløða í líð,
og ljós skal kveikjast alra landa,
tá fylkist fjøld til sigrandi stríð!

FavoriteLoadingGoym tekstin