Fullu tár, og nívdi sorgin

Andraé Crouch
Orð og lag: Andraé Crouch
Týtt: Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Through it all

1. Fullu tár, og nívdi sorgin,
stakk meg ivin: Hvat í morgin?
– Hvíldi ráðaloysi tungt á mær,
Gud í øllum lívsins korum
kom við dýrum troystarorðum
og gav meiri styrki, størri royndin var.

Niðurlag: Gjøgnum alt, gjøgnum alt
eg lærdi at líta á Jesus,
eg lærdi at líta á Gud!
Gjøgnum alt, gjøgnum alt
eg lærdi at líta á hans orð!

2. Víða um og millum manna,
mitt í fjøld – eg havi sannað:
Einsamur og eina tó eg var!
Men í hesum myrku løtum
Gud, við sínum lyftum søtum,
trúgvur vísti, at hann var mær altíð nær!

3. Eg tær takki fyri royndir,
Gud, tí skattir finnast loyndir
sjálvt í sorg, tú sendir á mín veg!
Tí um tú ei trongdir sendi,
loysn í kreppum ei eg kendi,
og hvat tú, áh, Gud, kanst gera fyri meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin