Fýkur stormur, dunar ódn

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Jógvan Waagstein
Viðmerking: Yrktur í 1914, tá ið fyrri heimsbardagi byrjaði.

1. Fýkur stormur, dunar ódn
yvir havið víða,
Harri, sært tú tíni børn,
hvussu sárt tey líða!

2. Syndin valdar víðu verð,
mong í váða kvíða,
Harri, teimum linna ber,
gev teim tol at bíða!

3. Og so tey, ið fjakka sær
har, ið stuðlar riða;
lær tú tey at takka tær,
gev teim mátt at biðja!

4. Stara mong í tóman heim,
møðast av at stríða,
Harri, ró tú gevi teim,
tol til ónt at líða!

FavoriteLoadingGoym tekstin