Fylkist nú føroyingar saman í bólk

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Nú eru kvøldini myrk og long
Viðmerking: Yrktur á føstulávint í 1902.

1. Fylkist nú føroyingar saman í bólk
og vitið, hvat tit duga
at ríva frá hondum, tí Føroya fólk
tað skal ikki longur knoða
tann blending, sum eingin stirðil er í;
men rembist nú so, at upp rennur tíð
slík, sum áður í fyrndini var,
tá ið Tróndur várt skjaldarmerki bar.

2. Tó máað er gamla Føroya land,
so er tó kynið ei fúgvið;
tann harði klettur sum skjaldarrand
hann stendur enn móti súgvi;
um menn eru fáir, so skuldi tað batt,
at teir eru sprotnir av norskari ætt:
tað var álit á mátt sín og magn,
sum var norðmanna óðal og gagn.

3. Treystur er mergur í kongum enn,
og hart er beinið í manni;
stálkyntir, knáir roysnismenn
ríkja í Føroya ranni –
vilja teir fetta seg aftur á bak,
tá kunna teir taka eitt ódnartak:
tí tey standa á fornari grund,
bæði garpar og vælborin sprund.

4. Tilfar trýtur teim ikki nú
til bygging á gomlum støði –
skuldi tá teimum trotið trú,
áræði, magn og frøði
at endurnýggja ta borg, sum small,
tá gamli Tróndur í Gøtu fall,
og sópa burt dumbu og bos
og eitt jarðgrógvið matmaðka tos?

5. Nei, nú gerst gleimur í homrum hátt,
tí ei tvørrar álit og hugur,
borg verður bygd frá grundum brátt,
sum sýnir, at dyggur er dugur
í føroyings barmi væl enn sum fyrr,
tí opnar hann nýgjørdar hallardyr,
og hann býður sær sjálvum í stól
í sítt hvíldsæla gamla heimaból.

6. Har sessast vit nú sum á fornari tíð
ovast við hallarborðið;
sá er eingin við vára lið,
ið mætari eigur orðið;
nú kitlar í gripinum droyrin tann,
sum føroyingur aftur hjá føroyingu fann;
tá um borðið á valmanna hátt
vær stígum fram at kvøða annan tátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin