Fýra fittir bláhvalir

Heri NolsøeKarl Martin Samuelsen
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Karl Martin Samuelsen

Fýra fittir bláhvalir
teir svumu uppá land,
svumu uppá land,
ja, teir svumu uppá land.
Fýra fittir bláhvalir
teir svumu uppá land,
svumu uppá Leynasand.

Ein rúgva av børnum sótu
á sandinum so glað,
á sandinum so glað
ja, á sandinum so glað.
Tey heilsaðu uppá teir
og góvu teimum ráð,
at halda aftur beint út frá.

Og hesir fittu bláhvalir
teir snaraðu sær á,
snaraðu sær á,
ja, teir snaraðu sær á.
Teir veittraðu við sveivinum
og svumu út á hav,
svumu allir út á hav.

Og hesir fittu bláhvalir
teir løgdu út á hav
og fóru so í kav,
ja, teir fóru so í kav.
Teir heilsaðu við blástrinum
og søgdu so farvæl,
við børnini í hópatal.

FavoriteLoadingGoym tekstin