Fýra jólanissur

Orð: Árni Andreasen

Vit eru fýra jólanissur,
og vit búgva allar samlar uppi í fjøllunum.
Men á jólum ætla vit at vera saman við øllum børnunum.
Vit vilja vera við,
tá vit ganga lið um lið,
um jólatræið hart vit syngja við!

Vit eru fýra jólanissur,
og vit búgva allar samlar uppi í fjøllunum.
Har er mangan kalt og ofta renna vit undan trøllunum.
Men tá jólaaftan er,
tá fara vit á ferð,
at vitja børn runt um ta heilu verð!

FavoriteLoadingGoym tekstin