Fýra skótar

Páll Oddur Lamain Rubeksen
Orð og lag: Páll Oddur Lamain Rubeksen

Fýra skótar renna í eitt egg
og blíva so vekk.
Maðurin, sum stendur inni í standmyndini
hjá Rasmus Effersøe er homse.
Hann búði einaferð inni hjá einum alfonsi.

Eg standi her við síðuni av Traðarmanninum og hugsi:
sikken ein ússaligur vimpur.
Hann orkar ikki eingongd at tumma ein seyð.
Hann orkar ikki eingongd at elta eitt breyð.

Fýra skótar sita á einum stara.
Ja, hann vil so gjarna fara.
Maðurin, sum stendur inni í standmyndini
hjá Nólsoyar Páll er ein kona.
Hon hevur ein mann, hon hevur ein son, sum eitur Mona.

Fýra skótar, teir ganga heim.
Oman til Vágsbotn.
Og so heim, heim, heim, heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin