Fyri breyð og fyri vín

Horatius BonarArthur Seymour SullivanVictor Danielsen
Orð: Horatius Bonar
Lag: Arthur Seymour Sullivan
Týtt: Victor Danielsen

1. Fyri breyð og fyri vín,
fyri, at eg eri tín,
fyri kærleik tín til mín
vit, Harri, takka tær!

2. Einki uttan vín og breyð –
minni dýr tó eru tey;
vit tey taka, sum tú beyð
og, Harri, takka tær!

3. Fyri sálarhvíluna,
fyri myrka Golgata,
fyri søtu náðina,
vit, Harri, takka tær!

4. Fyri tíni tungu spor,
fyri hvørt eitt náðiorð,
fyri hetta ríka borð
vit, Harri, takka tær!

5. Til tú kemur, hetta breyð
nú vit bróta, sum tú beyð,
og kunngera so tín deyð
og, Harri, takka tær!

6. Kalikin vit taka tá,
blóð títt, deyða tín, vit sjá,
rørd og boygd tað minnast á
og, Harri, takka tær!

7. Skjótt tín koma verða má,
skjótt vit tína ásjón sjá,
gera hetta inntil tá
og, Harri, takka tær!

FavoriteLoadingGoym tekstin