Fyri Guðs Fólk Harrin altíð veit ein útveg

Orð og lag: Juno Larsson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Fyri Guðs Fólk Harrin altíð veit ein útveg,
um so leiðin gjøgnum eld og vatn enn ber!
Aldri nakran enn í neyð Hann hevur svikið,
nei, við síðu tína Harrin altíð er!

Niðurlag: Gjøgnum trúgv, gjøgnum trúgv
ber mín leið til sigur gjøgnum trongd og stríð!
Gjøgnum trúgv, gjøgnum trúgv
ber mín leið til sigur gjøgnum trongd og stríð!

2. Gjøgnum trúgv Nóa Arkina jú bygdi,
við hvørt hamarslag hann hoyrdi fólksins háð!
Sádrak, Mesak, Abed-Nego út úr eldi
vórðu bjargaðir, tí Guð var teimum hjá!

3. Gjøgnum trúgv lýddi Ábraham Guðs kallan,
og hann fór frá síni ætt til fremmant land!
Gjøgnum trúgv hann lýðin vildi ofra Ísak,
og á altarið sín einkarson hann bant!

4. Gjøgnum trúgv fullu Jeriko múrar niður!
Dag um dag tey gingu runt um Jeriko stað,
men tann sjenda dagin, sum Guð hevði lovað,
fullu múrarnir og Guðs Fólk gjørdust glað!

5. Gjøgnum trúgv í dag júst sama undrið hendir!
Júst í dag staðfestir Harrin lyftið Sítt!
Harrin brynjar út Sítt Fólk til síðsta stríðið,
stórir sigrar vinna vit um heimin vítt!

FavoriteLoadingGoym tekstin