Fyri minninum

Orð: Edvard Lützen
Lag: Vísulag (Fruntatáttur)
Viðmerking: Yrktur til veitslu í Føroyingafelag 26. februar 1881.

1. Eina so vil eg vísuna kvøða,
ikki um framtíðar ljósa hop,
men til tey minni frá barnaárum
latum okkum gera eitt lítið lop.

2. Minnist tú, bróðir, teir piltarnar lítlar,
sum beistaðust úti við klássu um fót?
Tó kroppurin ofta var skirvisligur,
fattaðist teimum ei hjarta og mót.

3. Trongt var at siga í stovuni inni;
út mátti piltur, hann visti ei hví;
úti við brimið og fossadunið
grunar hann fyrstu ferð lívsins stríð.

4. Ruskuta veðrið kætið ei drepur,
stuttleika finnur hann, hvar ið hann kann,
stórt er ei neyðugt til hansara lukku,
at fegnast við lítlum tað lærdi hann.

5. Ljós eru minnini, lat tey ei slókna!
lýsa tey skulu sum stjørnan so klár;
minnast á mást tú, at gamal maður
gleðist við minni frá ungdómsins vár’.

FavoriteLoadingGoym tekstin