Fyri sakir Zions vil eg ikki tiga

Orð: Kajfinn Hammer
Lag: O, jeg længes hjem til Himlens lyse sale (Der er frelse kun i Jesu blod alene)

1. Fyri sakir Zions vil eg ikki tiga,
onga hvíld mær unna, – heldur tala so:
Andi Harrans víst er yvir mær, tí salvað
Hann meg hevur til at bera gleðiboð!
Sent Hann hevur meg til sundurbrotin hjørtu,
til at kunngera eitt náðiár og rætt,
til at byggja aftur elligamlar toftir,
sum í sori lógu ætt aftaná ætt.

Niðurlag: Sig, hvat leggi Eg í roykilsi úr Sjeba
og í kalmus úr landi fjart herfrá?
Nei, haldið boðið og læruna reina,
kennast við tykkum víst skal Eg tá!

2. Tá Eg síggi hvat tit havast at, Eg øtist,
tykkar’ hátíðir og lærur hati Eg;
tykkar’ liturgi og hip-hop, rock og drama,
ja, sum Jesabel nú smyrja, klæða seg!
Eins og Ábihu og Nádab við tit hava
borið inn í Hús Mítt fremmandan eld;
boða “bókstav” uttan kraft og uttan anda,
orð ápostlanna til holdið verða telgd!

3. Tit, sum alsamt alt tvætl bara syngja,
hava upphugsað tóman streingjaleik,
nær er rópið frá Moreset væl tagnað,
røddin: “So sigur Harrin!” vorðin veik?
Farið yvir til Kalne og síggið,
farið hagan til Stóra Hamat,
til Filistaland oman tit farið,
munnu Orð Guðs tit finna í Gat?

4. Mangan kæran og vælmeintan bróður
sá eg kólna heilt og liggja eftir á,
tí hann settist við tómleikans eikir
lítisvirdi heilt Guðs fullkomna ráð.
Ja, við Bábylons áir mong sita
minnast Zion, hin signaða stað;
lovsongsharpan í trænum nú hongur,
trúarkraftin er horvin í dag!

5. Hoyr, tú sál, sum ert steðgað á vegnum
troytt av gøtum, sum ei førdu nakran veg;
kom og spyr eftir gøtuni gomlu,
gakk tú hana, Harrin salva tá vil teg!
Tá skal fagnaðaroljan aftur flóta,
vandni fyri Orði Guðs vil fylla teg,
stavur Árons tá í tíni hond skal blóma,
ja, ein rættlætis eik Guð nevnir teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin