Her fyri tíni trónu, Gud

Orð og lag: Maria á Boðanesi

Her fyri tíni trónu, Gud,
eg æru gevi tær.
Tí tú gavst alla æru
fyri lív at vinna mær.
So alt mítt tú eiga skalt,
tí alt, eg havi, er í tær.
Jesus, tú ert alt hjá mær.

Verði vilji tín í Himli, so á jørð,
verði vilji tín í Himli, so í mær.
Eg vil síggja teg upp lyftan
yvir Føroya land.
Eg vil síggja teg upp lyftan í mær.

FavoriteLoadingGoym tekstin