Fyrigev oss syndir várar

Mikkjal á Ryggi
Orð: Mikkjal á Ryggi
Lag: H. Rung

1. Fyrigev oss syndir várar!
Fyrigev, o, faðir mín!
Miklar eru tær og svárar,
størri er tó miskunn tín.
Dýrt er lyfti títt og stórt:
«Um mangt ilt tit hava gjørt,
hvørja synd eg út vil strika.»
Hesi orð kann eingin vika.

2. Hoknar tú í ræðslu niður,
venar seg tín særda sál,
hoyr, o hoyr, hvat Harrin sigur,
hoyr hans troystarríka mál:
«Er tín synd sum skarlak reyð,
rópar tú til mín í neyð,
hvítan vil eg vist teg tváa,
frið og náði skalt tú fáa.»

3. Mikið undur, mikil gleði!
Harrin fyrigevur mær,
Jesus mín, á hvørjum degi
eigi eg at takka tær.
O, tað var so dýrt eitt keyp,
tá tú tømdi deyðans steyp;
reinur mátti lívið lata
syndarum til lívs og bata.

4. Hjálp mær, Jesus, eg vil streva,
Halgi Andi, kraft mær ber,
heilt og fult at fyrigeva
hvørjum, sum her ilt mær ger,
køva hvørja hatska trá,
syndaloyst er sál mín tá;
Jesus fyri meg vil svara,
tá eg skal av foldum fara.

FavoriteLoadingGoym tekstin