Fyrigivin syndin

Orð: Steinvør Fonn
Lag: Pætur við Keldu

1. Frelsan er av náði – ei av verkum,
gáva Guds til menniskju hon er,
fáa skalt tú frið og frelsu, trýrt tú á Guds son,
ævigt lív í Himlinum ein dag.

2. Gud er kærleiki – so sigur orðið,
reinur, mildur, breiðir yvir alt,
vónar alt og elskar sannleik’ – heimsins størsta ogn,
kærleiki kann broyta ódn til logn.

Niðurlag: Fyrigivin syndin – á, hvør náði!
Rein og heiløg Gud nú okkum sær
gjøgnum Jesu dýra blóð, á krossi rann,
útveg til Guds stað hann okkum vann.

3. Í kærleika hann tilskilaði okkum
sonakor hjá sær við Jesusi,
arvalut vit fingu eftir ráði vilja síns,
panturin um arvin andin er.

4. Gud, tú, hevur lovað, okkum varða,
fullføra tað verk, sum byrjað er,
hjálpa, leiða, ugga okkum – lívið foldum á,
til vit teg í Himli skulu sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin