Fyrr eg gekk við heimsins børnum

Orð og lag: Lee C. Fisher
Týtt: Jóannes S. Hansen

1. Fyrr eg gekk við heimsins børnum,
sum ei kendu til Guds frið,
hóast eg ei sjálvur vildi,
tó eg mátti fylgja við.
Einum fremmandum eg møtti,
og hann tók í mína hond.
Tá eg sá, at tað var Jesus,
har vit knýttu vinarbond.

Niðurlag:
Hann kann loysa hvørja kreppu,
hann tann sami er í dag,
hann vil loysa hvønn tín spurning,
um tú bert vilt loyva honum tað.

2. Tá eg stóð við tronga portrið
uttan mál og uttan mið –
allir spurningar so fløktir,
eins og aldri eg fekk frið –
sá eg Frelsaran har standa,
brosa blídliga til mín.
Har hann gav mær sína frelsu.
Um tú vilt, hon verður tín!

3. Gekk eg enn í deyðans dali,
óttin píndi, sorgin neit –
allir vinir vóru burtur,
teir, sum eg so fast á leit –
tá eg hoyrdi Jesus kalla
út úr myrkrinum á meg,
og hann segði blíður, mildur:
„Jú eg kennast vil við teg!“

FavoriteLoadingGoym tekstin