Fyrr ella seinni hvørt skýggj horvið er

Orð: Lulu W. Koch
Lag: Wilbur E. Nelson
Týtt: Flóvin Tyril

1. Fyrr ella seinni hvørt skýggj horvið er,
av verður turkað hvørt tár,
himmalska sólskinið birtast skal her,
dimmasta nátt verður klár.

Niðurlag: Fyrr ella seinni sorgin er burt –
hádagur verða skal tá.
Jesus skal heinta sítt fólk, keypt so dýrt,
ævigt at búgva sær hjá.

2. Fyrr ella seinni, bert Harrin veit nær,
Elskaða sín sendir hann.
Stríðið tá strítt er, og eyga mítt sær
Jesus, sum sigurin vann.

3. Fyrr ella seinni, hjá summum so skjótt,
lætta skal náttmyrkrið tætt.
Jesus brátt kemur, og hjartað so møtt
verður um ævirnar glatt.

FavoriteLoadingGoym tekstin