Fyrr ófriður sál mína nívdi

Orð: Hanus S. Hansen
Lag: Jens Guttesen

1. Fyrr ófriður sál mína nívdi,
eg friðleysur gekk mangan dag,
tann hugsan: Tín sál livir ævigt!
Hvat skuldi eg gera við tað?
Her stendur tú stutt, eins og blóman,
tú følnar og fellur ein dag!
Hvør verður tín lagna í ævir,
títt ókenda framtíðarstað?

2. Vár Faðir í Himli er góður
og vil hvørjum syndara væl.
Á krossinum Sonur hans bløddi,
hans kærleiki vinna teg skal!
Ein ránsmann hann frelsti tann dagin
og bað fyri fíggindum frið.
„Tey vita ei, hvat ið tey gera,
eg ynski at frelsa tey við!“

3. Eg sá hetta elskandi hjarta,
tað eyma og sorgtunga brá,
eg fall har í náðinnar armar,
so glaður eg takkaði tá:
Mín Vinur, tú ert fram um allar,
tí tú gavst títt alt fyri meg.
Títt prís vil eg glaður fram bera,
í undran eg tilbiði teg!

FavoriteLoadingGoym tekstin