Fyrr var øll mín trúgv á Jesus

Orð og lag: Francis A. Blackmer
Týtt: Victor Danielsen

1. Fyrr var øll mín trúgv á Jesus
ótrygg eins og havsins vág;
nú eg sang í trúargleði,
nú í iva nívdur lá.

Niðurlag:
Áh, tann friður, Jesus gav,
hvíla, sum mær ókend var!
Ljós er leiðin vorðin nú,
tí eg meiri trúgvi tær.

2. Tí hann bað meg koma nærri,
ivan, óttan tagna bað,
og tá í hans hond eg leit meg,
gjørdist tyngda sálin glað.

3. Stund um stund á hann at líta,
minni batar ikki, nei!
Vónrík, ljós og løtt tá verður
áður dapra, tunga leið.

4. Frelsari, tín hond mær heldur
dag um dag á tínum veg,
og mín sál er full av gleði,
tí tú livir, ikki eg!

FavoriteLoadingGoym tekstin