Gæsnar renna

Orð: Ova
Lag: Terji Messell og Ova

tað regnar av míni pannu
og ein lítil bygd fer av lagi
eg regni síðani fram við einum nalva
og har er ein bygd afturat

mánin skínur á tín kropp
gæsnar renna eftir tínum ryggi
eg kyssi droparnar av
og blóman fer at blóma

tað blæsur úr mínum munni
og eitt lítið djór fer at renna
tað er ein illveðursnátt
eg síggi tøkutenn
eg verði sogin upp

mánin skínur á tín kropp
gæsnar renna eftir tínum ryggi
eg bíti djórini av
vit troka okkum saman

tað lýsir úr mínum eygum
og tú kanst ikki longur krógva teg
ljóskastararnir eru tendraðir
tú blundar ikki meira

eg eri beint við títt oyra
tí tú hevur slept fuglum leysum
túsund einglahørpur og úlvar ýla
men tú liggur bara og letur:

mánan skína…

FavoriteLoadingGoym tekstin