Gamal maður kvøður

Orð: Axel Tórgarð
Lag: Skamlingsbanken
Viðmerking: Yrktur til V4 sending í 1990.

1. Gamal eri eg, og minnist mangt úr forðum,
mangt, sum nú er broytt,
og mangt, sum farið er.
Og nú skal eg her í fáum nýtum orðum
siga, hvussu nógv er broytt í míni verð:
Politikkur, reglión og spiritussið,
konufólk og vaskarí og veðurlag.
Alt er púra broytt og eg veit ikki hvussu.
Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað.

2. Politikkur var í mínum ungu døgum
Samband ella Sjálvstýri – tað var so lætt.
Flokkar eru nú av øllum handa sløgum,
og teir allir siga seg at hava rætt.
Sjosjalistar, kommunistar, liberalir,
høgra, vinstra ella mitt í miðjuni,
kristiligir summir, aðrir radikalir.
Á, ja, ja, eg meini tað, tað meini eg.

3. Regliónin nú er farin út av lagi,
tað, sum fyrr var gott, er púra burturvið.
Missionerar nógvir leggja nú í vaðið
vilja vinna proselyttar til sítt lið.
Hvussu man við kvotabýtinum nú standa
her av syndarum á Føroyaleiðini?
Ja, tað sigst, at stovnurin er ei í vanda,
Á, ja, ja, eg meini tað, tað meini eg.

4. Brennivín teir brúktu fyrr, men um tað slagið
væl var farið, tí tað dugdu teir við lít.
Gestir fingu upp í munnin – alt í lagi –
fýra ferð um árið – kanska – var tú skít.
Nú tað rennur uttan íhald, sum ein kelda,
fløðir yvir, ja, og streymar frítt
hvønn dag.
Eg tí havi inn í losjuna meg meldað.
Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað.

5. Og sum fløskan fyrr var konan góður fløvi,
dugdi tú at eiga eina var tað nokk.
Hon var kanska tikin fram við serstøk høvi,
men var annars ’pá sítt pláss og við sín rokk.
Nú skal skiftast út í heilum, summir vilja
enntá hava fleiri í senn – eitt verri lag.
At teir klára tað, eg dugi ei at skilja.
Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað.

6. Fyrr var ikki vaskað nógv í nøkrum húsi –
vaska sær um eyguni og so var væl.
Nú tey stúrta seg í bað og undir brúsu
fleiri ferð um dagin hetta vera skal.
Og at lukta fúlt av sveitta ei tey vilja
smyrja tí seg inn í »odorantini«.
Hvørjum tey tó sveitta av, eg ei kann skilja.
Á, ja, ja, tað meini eg, eg meini tað.

7. Veðurlagið nú er púra út av lagi,
líkist ongum – eg skal siga tykkum hví.
Hatta sjónvarpsveðurkortið er ein skaði
eingin fani kann jú finna út av tí.
Nei, nú gevist eg, og nú er best at fara.
Men við tykkum skal eg siga nú til síðst:
Skal tað gamla fara, lat tað fara bara
Á, ja, ja, nei, nei, eg meini tað so víst.

FavoriteLoadingGoym tekstin