Gamli maðurin

Orð og lag: Petur Háberg Jacobsen

Fari er at skýma nú er vetur
Blað av trænum hvarv og sólin svann
Løturnar í litum eru horvnar
Av døgum mettur tí eg sakni teg

Innanfyri gluggan gamal siti
Starandi í míni gloymdu verð
Gevi ikki far: var sól og summar her?
Gloymi tíð og stað tó minnist teg

Frostið glitrar fryst er gamla gøtan
Hvítna fjallatindar nú er kalt
Hugsið um tað tíð eg aftur minnist
Fjart í minnið gleðir okkurt meg

Eygu tung tó brosið blítt um minnið
Gamla gøtan har í sólin sá
Fann eg teg og fylgdi tær til deyðan
Bíði nú til summar aftur er

FavoriteLoadingGoym tekstin