Ganga á góðum gøtum – Arabiska várið

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Eyðun Nolsøe

Ganga á góðum gøtum um landið slóða spor
sum spakar friðardúgvur heinta ótald sannleiksorð
tú kanska hoyrir sorgarløg ein sang úr míni verð
tað er lætt at sýna dirvi har ið ongin vandi er

Tey stríðast fyri lívinum í stórbýum í kvøld
har pínufullir sangir savna mikla mannafjøld
tagna túsund røddir brátt og blómur missa krans
ongin trínur óttaleysur fólksins frælsisdans

Sita í heitum stovum og ljós tey brenna út
ein illa farin songfuglur brestur á mín rút
fjart frá mínum heimi og uttan nakran mátt
eg fari út í myrkrið og út í ta deyðu nátt

Men undir heiðum himli eg fái ongan frið
mín samvitska og líkasæla ganga lið um lið
í huga mínum smáfuglar og rovfuglar við klóm
og sangurin um rættvísi kærleika og vón

FavoriteLoadingGoym tekstin