Ganga børn hond í hond

Orð og lag: Heri Nolsøe

Ganga børn hond í hond,
knýta saman øll lond,
virða rættin hjá tær og hjá mær.
Kveikist friður á jørð,
um øll sund og hvønn fjørð,
eingin menniskjasál longur hørð.

Lærir ljósið, sum brann,
og á myrkrinum vann,
heimsins børn um øll lond
knýta bond.

Ganga børn hond í hond,
knýta saman øll lond,
virða rættin hjá tær og hjá mær.
Kveikist friður á jørð,
um øll sund og hvønn fjørð,
eingin menniskjasál longur hørð.

Um tey hvít ella svørt,
felagslagnan gerst bjørt,
um tey skilja hvønn annan
so hvørt.

Ganga børn hond í hond,
knýta saman øll lond,
virða rættin hjá tær og hjá mær.
Kveikist friður á jørð,
um øll sund og hvønn fjørð,
eingin menniskjasál longur hørð.

Lærir ljósið, sum brann…

Ganga børn hond í hond…

Um tey hvít ella svørt…

Ganga børn hond í hond…

FavoriteLoadingGoym tekstin