Ganga vit saman

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Minnist tú hvat
hvat tað var tú sá
minnist tú hvat tað var
langt langt síðan tá
vit komu saman
saman ein summardag
vit gingu saman
saman við sama lag

Tíðin hon fór
og hvat hendi her
vita vit hví vit fóru
hesa longu ferð
ganga vit saman
ganga vit sama veg
fara vit sundur
fara vit tú og eg
ongin veit

Løtan er komin at vit steðga á
og spyrja okkum hví
spyrja hví vit fóru hesa ferð
nú mugu vit steðga á og bæði
spyrja okkum hvat
spyrja hvat ið bindur saman her
um nakað er

Minnist tú tá
vit flentu dag og nátt
minnist tú alt vit gjørdu
alt var bara gott
er hetta endin
enda vit bæði nú
er hetta ein byrjan
tað kundi tað verið tú
men ongin veit

Løtan er komin at vit steðga á
og spyrja okkum hví
spyrja hví vit fóru hesa ferð
nú mugu vit steðga á og bæði
spyrja okkum hvat
spyrja hvat ið bindur saman her
um nakað er

Vit høvdu eitt mál
og málið tað er nátt
vit høvdu ein dreym
men er nú alt so gott

Løtan er komin at vit steðga á
og spyrja okkum hví
spyrja hví vit fóru hesa ferð
nú mugu vit steðga á og bæði
spyrja okkum hvat
spyrja hvat ið bindur saman her
um nakað er

FavoriteLoadingGoym tekstin