Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar

Orð: Carl Olof Rosenius
Lag: Ókendur
Týtt: Victor Danielsen

1. Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar,
fylgir vinur mær, eg hoyri hann;
tó ósjónligur, hann til mín talar
troyst og revsing, sum mær tørva kann.
Tað er hirðin, sum mítt hjarta eigur,
sum breyt deyðans vald á foldum her,
hann, sum seyð sín røktar, føðir, leiðir,
og sum ævigt trúgvur er.

2. Alt, mær tørvar nú og allar ævir,
alt í øllum vinur mín er mær;
alt, ið ger, eg ei kann vera glaður,
bøtir hann, tí eyga hans tað sær.
Víst kann eg hann stundum ikki síggja,
men hann segði: Eina lítla stund –
so er aftur ljóst, og gleði nýggja
gevur hann í hjartans grund.

3. Jesus væl í huga Tummas hevur,
tyngdan sárt av ivans hørðu neyð,
skundar sær og honum loyvi gevur
til at sjá hans sár og nema tey;
Tummas rørist, tá hann Jesus skoðar,
sær hans eyma kærleika til sín,
og við hjarta, sum í gleði logar,
rópar: Gud og Harri mín!

4. Unn mær við, áh, Jesus, hesa gleði,
sum burt rekur ivans hørðu trongd,
skriva teg á hjarta mítt við megi,
metta mína sterku sálarsvongd!
Góði Hirði, minst, tín seyður veiki,
vunnin gjøgnum tíni gleðiboð,
her í stríðsins harða, ónda leiki
tørvar teg at kenna so!

5. Fylg mær, eyma, gjøgnumstungna hjarta,
her í oyðimørk á míni leið,
so í myrkri og í ljósi bjarta
sál mín teg úr eygsjón missir ei!
Lat meg sovna við títt bróst hitt heita,
sum meg vekja upp skal røddin tín,
tá eg tær skal hesa heilsu veita:
Áh, mín Gud og Harri mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin