Gentan á Nesinum

Orð: Oskar Hermansson
Lag: Flicka från Backafall

Gentan á Nesinum, eitt skalt tú vita:
kalt er og ilsligt um alt Barentshav,
hugur mín sveimar, vil heim til tín flyta –
til hina løtu tú seinast mær gav –
stríðast á dekkinum bráðkvikar hendur,
tráliga norðan nú strýkur um kinn,
skiparin boðar: á heimleið hann vendir,
strax síðsta hálið nú komið er inn.

Skipið varð borðfyllt av seinasta posa,
stuttur er túrur, eitt satt rimmar kvett,
gott lag á monnum, sum glaðlyntir brosa,
reint dekk og ruddað nú kós heim er sett –
standi til róðurs á brúnni so eina,
nátt er og havið so glitrandi stilt,
klárt er í erva og norðlýsið reina
fer eftir himinum stiklandi vilt.

Ber oss á herðunum høgættarbylgja,
fullfermda skipið djúpt setir um stund,
himnaljós øll mær so trúliga fylgja,
spáa mær stjørnur á lagnunnar fund:
heima á landi har bíðar mær yndið,
vinsamt mær fylgdi til báts hesa ferð –
gentan á Nesinum, sum í meg kyndi
ástareld bjartan ið logan enn ber.

Síggi ta stund tá vit stevna inn sundið,
eygleiðir tú okkar siglingarljós,
fevnast vit skulu á ástheitum fundi,
seta so samd okkar hjúnarbandskós –
fegin av havleiðum komin til landa,
skipið er lagt og í bryggjuna fest:
okkum tann stund er tá komin til handa,
ástvillu gerðir vár signa í heyst.

FavoriteLoadingGoym tekstin