Gentan í Somalia

Orð og lag: Heri Nolsøe

Sólin bakar niður á tín kropp,
tú vilt hava vatn uppí ein kopp.
Tú orkar ei at kveistra flugur burt,
í oyðimørk er alt so turt so turt.

Í fleiri londum nú er hungursneyð,
børn tey eru svong tey mangla breyð,
maktasleyst og vónleyst tykist tað,
nú skerpingur er í Somalia.

Eg síggi tíni eygu,
í eingist er ein vón,
nú hjálpin ikki er ein hvørvisjón
nú hjálpin ikki er ein hvørvisjón.

Kenna ei títt navn og tungumál,
men tørvin tín til likams og til sál.
Eiga vit í felag hesa verð,
og hopa tað mót ljósum tíðum ber.

Heimsins børn, øll bæði hvít og svørt,
ynskja tær at framtíð tín gerst bjørt.
Taka saman hendur øll á rað,
og veita hjálp til hetta karga stað.

Eg síggi tíni eygu,
í eingist er ein vón,
:: nú hjálpin ikki er ein hvørvisjón ::

FavoriteLoadingGoym tekstin