Ger beinar Harrans leiðir

Orð: Frans Michael Franzén
Lag: Týskt fólkalag
Týtt: Sámal Andrias Weihe

1. Ger beinar Harrans leiðir
og slætta honum veg!
Profetaorð, Guðs heiður,
nú opinbera seg.
Tín kongur til tín kemur,
og rættvísi hann fremur.
Hans navn hálovað er,
tí signað er hans ferð.

2. Tøkk ljóði allar staðir,
um vón, sum ber, syng hátt!
Breið pálmar út og klæðir
at heiðra himnadrott.
Guðs lyfti eru sannað,
so rópa: Hosianna!
Hans navn hálovað er,
tí signað er hans ferð.

3. Hans ríki og hans heiður
er í Guðs faðirs hond,
og lóg hans, sum seg breiðir
út um øll heimsins lond,
við heitar kærleiks logar
tær frið og náði boðar.
Hans navn hálovað er,
tí signað er hans ferð.

4. Jerusalem var oyðin,
og tóm lá tempulgrund.
Guðs orð enn aldri doyði,
men bar á royndarstund.
Nú Kristi ríki stendur
og geislar sínar sendir.
Hans navn hálovað er,
tí signað er hans ferð.

FavoriteLoadingGoym tekstin